Tað sigur Fríðrikur Bláhamar, stjóri í FirstStop í Havn. Sigur tú Fríðrikur Bláhamar, so sigur tú eisini dekk. Hann hevur verið millum dekk alt lívið, tí tað var pápi hansara, Sámal Bláhamar, sum fyri út við hálvari øld síðani legði lunnar undir dekkverkstaðið Super Dekk, sum Fríðrikur Bláhamar rekur undir navninum FirstStop.
– Ja tað er sanniliga nógv broytt viðvíkjandi dekkum hesi árini. Í dag koyrir næstan eingin við píkadekkum, sigur Fríðrikur Bláhamar, í samrøðu við Bilblaðið í Sosialinum um vikuskiftið.
Mánadagin var »fyrsti píkadagur«, 16. oktober, tá loyvt er at seta píkadekkini undir bilin.
Í gomlum døgum var úr at gera hjá dekksølum um hálvan oktober, tí tey vóru so nógv, sum hendan dagin skuldu hava píkadekk undir bilin. Annaðhvørt nýggj dekk, ella dekk, tey høvdu liggjandi og settu undir hvønn vetur.
##med2##
– Um eg telji eftir, so eru tað kanska 5 til 10 bilar av 100, sum fara higani við píkadekkum, sigur royndi dekkmaðurin.
Hann sigur tó, at lastbilar og bussar tó ofta hava lamelldekk á trekkakslunum og píkadekk framman, fyri stýringina.
– Men annars eru tey øgiliga fá, sum keypa píkadekk í dag, sigur hann.
Fríðrikur Bláhamar sigur, at tey flestu koyra við vetrardekkum. Onkur keypir heilársdekk, sum er eitt millumting millum vetrardekk og summardekk.
Lesið meira í Sosialinum um Vikuskiftið, har blaðið BILAR er við
##med3##