Finska tíðindastovan, Yle, veit í dag at siga, at verjusamgongan Nato fer at senda tíggju skip í Eystursjógvin at ansa eftir, at herverk ikki aftur verður gjørt á fleiri sjókaðlar.
Sagt verður, at tað verða skip úr Finnlandi og Estlandi, sum fara at syrgja fyri eftirlitinum í Finsku Víkini, og onnur Nato-skip skulu taka sær av eftirlitinum aðrastaðni í Eystursjónum.
Skipini fara at haldas seg á leiðum, har orku-og fipurkaðlar liggja eftir havbotninum, og sambært Yle verða tey tíggju Nato-skipini send út á leiðirnar í endanum av hesi vikuni.
Ætlanin er, at tey fyribils skulu vera um hesar leiðir til einaferð í apríl.
Átakið verður sett í verk í samband við kaðalslitið á Estlink 2, sum gongur millum Estland og Finnland. Kaðalin varð oyðilagdur 1. jóladag, og finsku myndugleikarnir halda, at talan er um grova sabotasju.
Oljutangaskipið, Eagle S, verður sett í samband við seinasta kaðalslitið í Eystursjónum, og skipið sleppur ikki úr Finnlandi aftur, fyrr enn kanningararbeiðið, sum er í gongd, er liðugt.