Í løtuni verða ikki færri enn 103 risa vindmyllur settar upp niðri á Mainland í Shetlandi. Hesar myllur hava sera stórt og skaðiligt negativt árin á vøkru náttúruna i Shetlandi. Hesar myllur eigur Skotskur stórkapitalur og Shetlandarir fáa litið og onki burturur. Shetlandarar hava roynt at motmæla og støðga hesa risa ætlan, men til fánýtis. Ætlanin er at seta líknandi vindmyllulund upp á Yell.
Shetland er ikki ólikt vøkru Sandoynni. Nú ljóðar um ætlan at seta 5 stórar vindmyllur upp á Klivaløkshaga, økið millum Søltuvík og Gróthúsvatn. Hetta framúr vakra øki er millum okkara størstu og bestu náttúruperlur og við sera ríkum fuglalívi og áhugaverdari floru.
At seta hesar myllur upp vil fyri altíð oyðileggja Klivaløkshaga og alt økið við Søltuvik, Gróthusvatn og Miðuna, eitt av okkara bestu vátlendum til fugl, rættast er beinanvegin at friða alt hetta øki sum tað nu er heimild fyri i nýggju Náttúruverndar lógini.
Fyri at fáa hesar myllur á lendið krevst ein vegur suður a Klivaløkshaga frá Hálsavøtnum, ein stórur vegur sum vil fara gjøgnum lyngheigar, mýrur, vátlendir og áir og við óbótaligum skaða á hesi viðkvomu økir. Hetta er herverk moti okkara náttúru.
Vit skulu hava grønt orkuskifti men vit fáa ikki einar grønari og betri Føroyar við at skamskemma náttúruna, tá er litið vunnið. Løgið at Umhvørvisstovan er faddur til hesa óhugnaliga og illa umhuxaðu ætlan. Eg heiti á allar Føroyingar sum hava alsk til náttúruna um at vakna og fáa støðgað hesi ætlan í føðingini.
Johan Mortensen