- Hann er tann sum hevur vunnið flest málstig (mál og upplegg) hjá einum oddaliði, og hann er í holt við at gerast suverenur. Bjartalíð er bæði toppskjútti og assistkongur, tá má hann vera høgt á listanum. Mikkjal Thomassen tók hann við sær sum ein av sínum álitismonnum úr Føroyum, og tosa um at fáa valuta fyri pengarnar. Hann (Mikkjal) visti greitt hvat hann fekk, og hetta hevur felagnum ein góður leikari. Hann hevur ein gullfót. Tá vit nú skulu kjósa 15 teir bestu leikararnar, so havi eg ongan Frederikstad-leikara millum fimm teir bestu. Kortini hava vit tríggjar á Topp-15 listanum, og tað sigur nógv um Fredrikstad. Tað er eitt kollektiv, ið hevur framt bragdið.
Soleiðis skrivar stóri norski netmiðilin, Nettavisen, ið hevur valt 15 teir bestu leikararnar í OBOS-liguni, ið næstbesta deildin í Noregi verður nevnd.
Mads Nielsen hjá Fredrikstad er nummar sjey á listanum, og Håvar Jensen hjá Fredrikstad er nummar níggju.
HER er yvirlitið hjá nettavisen við 15 teimum fremstu leikarunum í OBOS-liguni.