Á jóansøku á Tvøroyri fyri einari viku síðani eydnaðist tað Knørri at vinna á Nevinum Reyða, sum vann bæði í Klaksvík og í Hósvík.
Í dag er varmakeldustevna í Fuglafirði, har líkindini at rógva eru góð, hóast tað er eitt lot ímóti.
Fuglfirðingar vóru spentir at vita, hvussu tað fór at hilnast hjá Gullbrandi – 8-mannafarinum hjá fuglfirðingum – sum hava verið knáir higartil í ár.
Tað eydnaðist ikki Gullbrandi at vinna. Báturin hjá fuglfirðingum var á triðja plássi, tá ið startspurturin var av, og Gullbrandur endaði á triðja plássi.
Kappingin um fremsta plássið stóð millum Nevið Reyða og Knørr. Nevið Reyða vann seg so við og við tað mesta av einari bátslongd framum Knørr, og tað sá eina løtu út til, at talan fór at vera um heilt sannførandi sigur. Men í endaspurtinum vístu teir á Knørri, at tað búði meiri í teimum enn so, og fram ímóti málinum minkaði munurin til eina hálva bátslongd.
Sigurin ber við sær, at Nevið Reyða úr Klaksvík nú hevur vunnið tríggjar róðrar, og at Knørrur hevur vunnið ein róður.
##med2##