Aftur í ár skipar Listafelagið fyri árligu ólavsøkuframsýningini, sum verður í hølunum hjá Lista¬ savninum, og í ár hevur Listafelagið heitt á Tormóð Djurhuus um at skipa fyri framsýningini.
Undanfarnu árini hevur tað ofta verið eitt yvirskipað tema fyri framsýningini, sum tey umboðandi listafólkini síðan tillaga seg eftir, men soleiðis verður tað ikki í ár.
– Eg havi við vilja ikki valt nakað ítøkiligt tema, sum skal seta dám á framsýningina, tí eg ynski, at listafólkini sjálvi sleppa at nýta teirra hugflog til at mynda teirra íkast til ólavsøkuframsýningina, sigur Tormóður Djurhuus.
– Um eg kortini sjálvur skal
seta orð á, hvat felagseyðkenni fyri framsýningina er, so eru nógv “grøn” listaverk við skilt á tann hátt, at tað eru nógv ung og kanska minni kend listafólk, sum mynda framsýningina í ár.
Hóast nógv ung eru við, so er tað kortini góð javnvág millum nýgg j og eldri listafólk eins og góð samanseting millum kend og minni kend listafólk.
– Undirtøkan hevur verið góð, og stórur áhugi er at luttaka til framsýningina. Tað var nærum beinavegin eftir, at eg lýsti eftir verkum, at fleiri uppskot komu inn, og tað eri eg glaður fyri, sigur hann.
– Eg vil tó vera kritiskur í mun til, hvørji verk eg skal taka við til framsýningin, tí listin skal jú dømast, so tað eru ikki øll, sum sleppa við. Tískil eru tað summi,
sum sleppa ígjøgnum nálareygað, meðan onnur fáa avslag. Tað kenni eg eisini aftur, tá ið eg var ungur, har eg í fleiri ár sendi míni uppskot til teir kuratorar, sum hava skipað fyri ólavsøkuframsýningini undanfarnu árini, og fleiri ferðir fekk eg avslag, áðrenn eg slapp við, sigur Tórmaður Djurhuus.
Nakað, sum kanska er heldur øðrvísi við framsýningini í ár, er, at salurin, har ólavsøkuframsýningin plagar at vera, verður umvældur í løtuni, og tí verður avmarkað pláss. Soleiðis var tað eisini í fjør, men tá varð avgerð tikin at flyta sjálva framsýningina niðan í klivan, men í ár verður hann so aftur í salinum, sum hon plagar.
Umráðandi at stuðla listini
Endamálið við ólavsøkuframsýningin er at vísa á, hvat flytur seg
á listaliga pallinum og menna og varpa ljós á føroyska list.
Ólavsøkuframsýningin er ein søluframsýning, sum merkir, at øll verkini, ið verða sýnd fram, eru til sølu. Á tann hátt er hetta ein frálíkur háttur hjálpa ungum og meira ókendum listfólkum at bróta íg jøgnum, og somuleiðis tænir framsýningin einum góðum endamáli.
Framsýningin er skipað soleiðis, at 75 prosent av søluprísinum fer beinleiðis til listafólkið, og hini 25 prosentini fara til Listafelagið, sum síðan verður brúkt til og stuðla nútíðarlistafólkum við at keypa onnur listaverk, sum Listasavnið síðan skal eiga.
Altíð verið kreativur
– Sjálvur eri eg 38 ára gamal og havi altíð verið kreativur og fittur í hondunum, og í frítíðini fáist eg nógv við hondarbeiði, har eg eitt nú geri smúkkur og aðrar prýðislutir. Listin hevur altíð havt stóran áhuga hjá mær, tí sum eg minnist, havi eg altíð, frá tí at eg var ungur, hugt eftir list, keypt list og gjørt list.
– Eg havi enntá havt tvær framsýningar í Smiðjuni í Lítlu¬ vík, har eg havi sýnt mína egnu list fram, og trígg jar ferðir havi eg verið umboðaður í ólavsøku¬ framsýningini – fyrstu ferð var eg 18 ára gamal. Eisini eri eg aktivur í Listafelagnum, og tí fylgi eg væl við, hvat rørir seg í føroyska listaheiminum, fortelur Tormóður Djurhuus.
Síðani hesa samrøðuna er listin kunngjørdur við teimum, sum sýna fram, og eru tey hesi:
Tróndur Patursson
Beinta Ísfeld Bejarano
Marianna Højsted Horsdal
Rakel Helmsdal
Rikke Bak
Elin Josefina Smith
Maria Luihn
Dania Jóannesardóttir Lava
Marianna Beritardóttir
Zacharias Heinesen
Gvøðny Maria Áarstein
Æsa Tróndardóttir Frýdal
Fríða Berg
Torbjørn Olsen
Ole Wich
Jóhan Mørkøre Nordskar
Bárður Jákupsson
Sunniva Ingrid Jacobsen
Maria Smith
Julia Carlsson
Anker Mortensen
Maria Desirée Holm-Jacobsen
Guðrið Poulsen
Edith Mørkøre
Tordis Vang Guttesen
##med2##
Ólavsøkublaðið hjá Sosialinum kann lesast her