Norðingur bestur í Norðoyggjum

10-mannafør: Spenningurin um FM heitið er varðveittur, nú teir úr Norðdepli og Hvannasundi vunnu á klaksvíkingum

Tað er púra opið í kappingini um meistaraheitið í kappróðrið millum 10-mannaførini.

 

Tað syrgdu teir í Norðdepli og Hvannasundi fyri í góðveðrinum á jóansøku í dag.

 

Á norðoyastevnu og sundalagsstevnu vóru tað klaksvíkingar, sum vunnu.

 

Í Hósvík var munurin so mikið lítil, at tað kundi benda á, at tað fór at verða heilt spennandi í dag.

 

Og tað var sera spennandi. Norðingur legði frekari til brots, hann vann seg framum FM favorittarnar, og hóast klaksvíkingar togaðu í árarnar og onkra løtuna vóru um reppið at taka Norðingin, so vóru teir norðan fjall sera seigir og drúgvir. Í endaspurtinum vístu teir seg at vera drúgvari, og tá ið bátarnir fóru um málið, var fjarstøðan skuturin ella tað mesta av einum sekundi.

 

Vestmenningur var við í tveimum teimum fyrstu róðrunum, men í dag vóru tað bara grannarnir í Norðoyggjum, sum kappaðust, og sum næstu vikurnar og fram til á ólavsøku fara at kappast um FM heitið.

 

Hetta er fyrsti sigurin hjá norðingum í nýggja bátinum. Í fjør vunnu teir á norðoyastevnu, og tá mannaðu teir Skálabátin.

 

##med2##

 

##med3##