Norðingur var sum fuglurin Føniks

Kappróður 10 mannafør: Hóast starturin ikki var tann besti, so var ársins fyrsti sigur hjá Norðingi tryggur

Tað kann væl vera, at Klaksvíkingur á ólavsøku fer at vinna FM heitið, tí undan ólavsøkuróðrinum hevur Klaksvíkingur 41 stig, meðan Norðingur hevur 34 stig, og Nólsoyar Páll hevur 33 stig.

 

Eftir róðurin í fínu líkindinum á vestanstevnu í Sandavági er tað greitt, at Klaksvíkingur fer ikki at vinna FM við fullum stigatali.

 

Fyrr í ár hevur tað ikki lagað seg soleiðis, sum teir í Hvannasundi, Norðdepli og á Viðareiði saman við hjálp úr Klaksvík høvdu ætlað, men í dag stemmaði alt tað, sum ikki hevur stemmað fyrr í summar.

 

Hóast starturin ikki var tann besti hjá Norðingi, so var tað Norðingur, sum var fremstur seinna partin av teininum, og Norðingur fór um málið tað mesta av einari hálvari bátslongd undan Klaksvíkingi, sum var í harðari kapping við Nólsoyar Páll um næstfremsta plássið.

 

Tá ið Norðingur hevði vunnið seg fram í oddin, sá tað út sum, at norðoyingarnir høvdu tak á kappingini. Klaksvíkingur ætlaði í endaspurtinum at bjóða av, men tað var heldur Nólsoyar Páll, sum nærkaðist Klaksvíkingi, enn tað var Klaksvíkingur, sum nærkaðist Norðingi.

 

##med2##

 

úrslit/rsf.fo

 

 

 

##med3##