Norrøna felagið skrivar, at norðurmótið er tiltakið, har felagsins limir og øll tey, sum arbeiða við og hava áhuga í norðurlendskum samstarvið verða kunnað um tað, sum gongur fyri seg í Norðurlandsráðnum, Ráðharraráðnum, Ungdómsins norðurlandaráð og eisini í Útnorðurráðnum.
Tað verða lyklapersónar, sum hava sentralan leiklut í norðurlendska arbeiðnum, sum koma at greiða frá tí, sum er komið burturúr í 2024 og tí, sum kan væntast av 2025. Millum onnur Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandsráðnum, Bjarni K. Petersen, samstarvsráðharri, Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri og fleiri.
Í sambandi við at Helsingforsavtalan verður endurskoðað, verður skipað fyri einari samrøðu millum Høgna Hoydal, uttanríkisráðharra og Rógva Olavson samfelagsfrøðing um hvørja framtíð norðurlendska samstarvið mest sannlíkt fær og hvat hetta merkir fyri Føroyar.
Skrá
15:00
Vælkomin
Torbjörn Nyström, formaður fyri Norrøna Felagið
15:10
Samstarvið í Norðurlandaráðnum:
Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandaráðnum
Jóhan Dahl, limur í Norðurlandaráðnum
Erling Eidisgaard, limur í Norðurlandaráðnum
16:00
Samstarvið í Ungdómsins Norðurlandaráð
Jóhannis Erlendsson, limir í UNR præsidium
16:15
Samstarvið í Útnorðurráðnum
Henrik Old, limur í føroysku sendinevndini
16:30
Samrøða um framtíðina hjá norðurlendska samstarvinum
Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri
Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingur
17:00
Samstarvið í Norðurlendska Ráðharraráðnum
Bjarni Kárason Petersen, samstarvsráðharri
Gunvør Balle, limur í nordisk samarbejdskomité (NSK)
17:30
Nýtt fra sektorunum
Nicolai Mohr Balle, Talgildu Føroyar: «Identity matching»
Tróndur Leivsson, FO eru limir í Nordisk Genbank
Annika Sølvará, FO eru limir í Nordforsk
Halla Nolsøe Poulsen, Nýtt og gott frá NORA
Ásmundur Guðjónsson, Norrøna felagið í 2025