Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, hevur hitt Maksyn Dotsenko, sum er leiðari fyri Reyða Krossi í Ukraina.
Eftir fundin teirra millum kunngjørdi norski forsætisráðharrin, at Noreg fer at lata slakar 230 miljónir danskar krónur til hjálpararbeiðið í krígsherjaða landinum.
- Reyði Krossur ger eitt ómetaliga stórt arbeiði í Ukraina. Menniskjansligu tørvirnir eru stórir orsakað av russisku krígsførsluni.
Jonas Gahr Støre legði aftrat, at starvsfólk og sjálvboðin hjá Reyða Krossi í Ukraina vísa stórt dirvi.
- Tey bjarga lívum og linna um neyðina hvønn einasta dag, sigur norski forsætisráðharrin í tíðindaskrivi.
Peningurin, sum Noreg fer at lata Reyða Krossi í Ukraina, verður brúktur til heilsuhjálp, bústaðir, sálarligan stuðul, mat, vatn og aðar bráðfeingis tørvir.
Forsætisráðharrin sigur, at stuðulin fer eisini til at verja sivilfólk, serliga tey mest sárbaru sum børn, eldri og óhjálpin.
Reyði Krossur í Ukraina hevur út við 10.000 fólk, bæði í starvi og sum arbeiða sjálvboðin fyri felagsskapin í landinum.
Tað er eitt nú norska Dagbladet, ið sigur frá hjálpini, sum Noreg nú fer at lata til hjálpararbeiðið í Ukraina.