Noreg og Bretland hava gjørt makrelavtalu

- Bretland og Noreg eru størstu makreltjóðirnar, og tí er henda avtala eitt týdningarmikið stig í royndini at fáa eina betri umsiting og minni trýst á makrelstovnin, sigur norski fiskimálaráðharrin.

Noreg og Bretland hava undirskrivað eina avtalu um umsiting av makrelstovninum fyri 2023. Tað upplýsir norska vinnu-og fiskimálaráðið í dag sambært norska kringvarpinum, NRK.

 

Avtalan millum londini snýr seg eitt nú um støddina á sínámillum makrelkvotunum, flyting av kvotum millum ár og styrkt vísindaligt samstarv.

 

Við í avtaluni er eisini, at Noreg sleppur at fiska 135.141 tons av makreli í bretskum øki, men einki verður sagt um, hvussu nógv Bretland sleppur at fiska í norskum øki.

 

- Eg eri sera væl nøgdur við, at Noreg og Bretland eru vorðin samd um eina avtalu um umsiting av makrelinum fyri 2023, sigur norski fiskimálaráðharrin, Bjørnar Skjæran.

 

Makrelur er eina búskaparliga týdningarmikil stovnur fyri Noreg, og hann liggur á øðrum plássi eftir toskin. Tilsamans verður norska makrelkvotan í ár 245.688 tons - eftir kvotabýti og flytingar av kvotu frá undanfarna ári.

 

##med2##

 

NRK sigur einki um, hvussu stóra makrelkvotu Bretland hevur tillutað sær fyri 2023.

 

- Bretland og Noreg eru størstu makreltjóðirnar, og tí er henda avtala eitt týdningarmikið stig í royndini at fáa eina betri umsiting og minni trýst á makrelstovnin, sigur norski fiskimálaráðharrin.

 

Bjørnar Skjæran leggur aftrat, at tað sjálvsagt hevði verið betur, um øll strandalondini vóru samd um makrelin, og hann sigur seg vóna, at avtalan, sum Noreg og Bretland nú hava gjørt, fer at viðvirka til eina felags semju.

 

 

 

 

 

Bjørnar Skjæran er norskur fiskimálaráðharri.