Hesir báðir vóru bangnir fyri, at um henda verkætlan verður førd út í lívið, so kemur tað nærum at steðga øllum øðrum íløgum her á landi, fleiri 10 ár fram í tíðina.
Hetta er júst tað sama, sum vit í bólkinum "Ja til Vestmannatunnil", hava víst á, og sagt ikki má henda.
Vestmenningar hava, sum áður sagt mist tolið, og fara ikki at lata okkum lynda, at bíða í 20 - 30 ár eftir nýggum ferðasambandi.
Eg havi í øðrum lesarabrævi heitt á ting- og landsstýrisfólk her úr økinum, um ikki at verða við til at gera nakra semju um langtíðaríløgukarm, og heldur ikki um nakran Suðuroyartunnil, um tunnilin til Vestmanna ikki stendur næst á skrá, eftir at tunnlarnir norð um Fjall eru lidnir.
Henda áheitan stendur við!
Eysturoyar/Sandoyartunnlarnir eru bundnir og fíggjaðir í einari verkætlan, og nú henda samgonga sigur seg arbeiða við at finna fígging til Suðuroyartunnilin, á uml. 4 milliardir, so vil eg staðiliga heita á tykkum um at fylgja hesum leisti, og at hækka hetta talið upp í 4,6 milliardir, so at fígging eisini er klár til Vestmannatunnilin, so fær pípan nokk eisini annað ljóð.
Tí, sitandi samgonga skal vita, at tað verður trupult at sleppa uttan um vestmenningar, tá talað verður um infrakervið her í Føroyum framyvir.
Marner Joensen
Vestmanna
FB: "Ja til Vestmannatunnil", nú við nærum 900 limum.
www.facebook.com/groups/869688860901157/