NSÍ hevur sett stjóra

Jákup Mortensen er settur sum stjóri í NSÍ

NSÍ hevur sett Jákup Mortensen sum stjóra í felagnum. Jákup Mortensen er 26 ára gamal og hevur júst lokið prógv sum lærari á Setrinum. Hann hevur allan sín uppvøkstur verið ein partur í NSÍ, bæði sum spælari og sum venjari í felagnum.

 

Jákup Mortensen er abbasonur Jákup Mortensen, sála, sum er heiðurslimur í NSÍ. Pápin er fyrrverandi venjarin í felagnum Trygvi Mortensen.

 

- Sitandi starvsnevnd setti sær sum evsta mál at menna bygnaðin í felagnum – tað varð enntá lagt fram á sjálvum eyka aðalfundinum farna heyst, tá nevndin varð vald. Sum liður í hesi menning er Jákup Mortensen í dag settur sum stjóri í NSÍ, skrivar NSÍ og leggur afturat:

 

- Jákup er nærlagdur, rúmligur og fyrikomandi og gongur høgt uppí, at allar uppgávur í felagnum verða loystar á skilabestan hátt. Hann er í dag eisini høvuðsungdómsvenjari og kemur framhaldandi at taka sær av hesi uppgávu. Hann hevur tikið UEFA B prógvið í 2019.

 

Fleiri feløg hava sett stjóra. Hetta er fyri at lætta um arbeiði hjá eitt nú nevnd venjarum og øðrum kring felagið.

 

- Nógvar praktiskar uppgávur fylgja eisini hesum starvi, men við einum vælvirkandi stjóra, fer gerandisdagurin hjá øllum rundan um felagið, bæði venjarum og nevnd, at verða lættari at fara undir, skrivar NSÍ at enda.