Kriminalforsorgin ger nú eina fótfjøtradeild í Føroyum, og tí ber til at sita revsing við fótfjøtri eins og til ber í Danmark.
Tað skrivar Kriminalforsorgin í tíðindaskrivi.
Ina Eliasen, stjóri á Kriminalforsorgini, sigur í tíðindaskrivinum, at "tey fegnast um, at dømd í Føroyum nú fáa møguleika at sita fongsulsrevsing við fótfjøtri eins og tey, sum sita fongsulsrevsing í Danmark".
- Hetta merkir m.a., at trýstið á Arrestina í Føroyum verður minni, tí fleiri fara at sita fongsulsrevsing heima.
- Vit seta eina fótfjøturdeild á stovn í Føroyum, haðani vit skulu umsita skipanina, og vit gleða okkum at fáa fyrstu umsóknirnar, sigur hon.
Fólk, sum eru dømd fongsulsrevsing í upp til hálvt ár, kunnu sleppa at sita dómin heima við elektroniskum fótfjøtri.
Tann dømdi er eisini undir støðugum eftirliti og undir eftirliti hjá rættartænastuni í Føroyum.
Tey, sum sita fongsulsrevsing, mugu sjálv søkja um at sleppa at sita heima við fótfjøtri. Myndugleikarnir meta síðani um, hvørt tú ert egnaður at sita heima.
Í Danmark kanst tú vanliga sleppa at sita fongsulsrevsingina heima, um tú hevur verið dømdur minni enn hálvt ár í fongsul.
Sjálvt um tú situr longri fongsulsrevsing enn seks mánaðir, kanst tú sleppa at sita heima, um tú hevur sitið í minsta lagi ein triðing av revsingini, og um tað ikki eru meira enn átta mánaðir til tú kanst royndarleyslatast. Tað verður nevnt "back door" fótfjøtur.
Í 2023 vórðu sambært Kriminalforsorgini givin umleið 2.200 loyvi til at sita við fótfjøtri sambært vanligu regluni. Harumframt vórðu 300 loyvi givin til at sita eftir regluni um "back door" fótfjøtur.
/ritzau/