Nú byrjar dartárið 2023

Dartsambandið fyrireikar seg til kappingarárið 2023, sum hevur nógvan altjóða dám

Leygardagin verður ársins fyrsta opna FM kapping í dart. Kappast verður á ovari hæddini í ítróttarhøllini á Skála. Kappingin er fyri bæði kvinnur og menn og tað er øllum frítt at melda til kappingina.

 

Hjá monnum verður kappast í einum A og B bólki. A-bólkurin er fyri tann meira roynda spælaran, meðan í B bólkinum spæla spælarar, sum ikki meta seg verða góðar nokk enn. Ein kann melda til á heimasíðuni hjá DSF, sum eitur dartfo.com, skrivar Dartsambandið.

 

2023 er HM ár

 

Seint í septembur verður heimsmeistaraheitið í Esbjerg. Føroyar verða umboðaðar við fýra landsliðum. kvinnur, menn, gentur og dreingir. Menninir og kvinnurnar royndu seg til EM í fjør við góðum úrslitum, so tað verður spennandi seinni í ár. Eisini verður spennandi at vita, hvør kemur at verða á hesum ymsu landsliðum. Tí tað er longu frá fyrstu kapping, at hugt verður eftir úrslitum, til eina endaliga úttøku seinni í ár, skrivar Dartsambandið.

 

Altjóða kappingar

 

Aftur í ár kann Dartsambandið bjóða kappingar á altjóða stigi í Føroyum, tá Tórshavn Open og Faroe Islands Open verða á skránni. Dartsambandið boðar frá, at tey á tilmeldingunum á heimasíðuni longu síggja, at spælarar úr fleiri ymiskum londum koma hendanvegin.

 

- Sum nakað heilt nýtt, so hava vit eisini fingið eina altjóða góðkenda unglingakapping, sum verður sama vikuskiftið. Tær kappingarnar verða seinasta vikuskiftið í mars, skrivar Dartsambandið at enda.