Nú er koyrandi aftur til Vágar

Koyrandi er aftur um Sandavágsháls, og Vágatunnilin er opin aftur

Um fýra hálvgum fimm tíðina seinnapartin varð Vágatunnilin stongdur fyri ferðslu vestureftir, tí at sera ring koyrilíkindi vóru við Fútaklett og um Sandavágsháls. Fyri ikki at fáa fleiri bilar av Streymoynni í ruðuleikan við Fútaklett, so varð tunnilin stongdur. Ferðslan slapp tó úr Vágum gjøgnum tunnilin.

Nú boðar løgreglan frá, at nú er koyrandi aftur um Sandavágsháls, og tunnilin er tí opin aftur.

Um Vestmannavegin sigur vaktleiðarin á politistøðini, at har verður latið uppaftur um eina løtu. Bíðað verður bara eftir boðum frá Landsverki um tað.

Hann sigur eisini, at nógvir bilar standa og bíða við omankoyringina til Kvívík at sleppa móti Vestmanna.