Enn hava Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen ikki bjargað plássinum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Mjøndalen endaði triðaftast í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, og tí skulu teir spæla tveir dystir - heima og úti - móti einum liði úr triðbestu deildini.
Mótstøðuliðið hjá Mjøndalen verður Jerv úr Grimstad. Fyrraárið flutti Jerv úr bestu deildini og niður í næstbestu deildina. Í fjør flutti Jerv úr næstbestu deildini og niður í triðbestu deildina.
Fyrri dysturin verður leiktur á Consto Arena leikvøllinum í Mjøndalen komandi sunnudag klokkan 17.
Returdysturin verður leiktur á Levermyr leikvøllinum í Grimstad, leygardagin 30. november klokkan 16. Samlaði vinnarin spælir í næstbestu deildini komandi kappingarár.
Til fyrra dystin hevur Mjøndalen eina lítla favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum.