Nú sleppur Fólkaflokkurin inn aftur í hitan

– Ja støðan er broytt. Og tað er bæði tí, at politiska støðan í Føroyum er boytt, og tí at støðan í heiminum er broytt

Útmeldingin hjá Aksel V. Johannesen um, at Javnaðarflokkurin ikki fór í samgongu saman við Fólkaflokkinum kom í kjalarvørrinum av at borgarliga samgongan í 2011 samtykti flatskattin og forskattingina av pensjónum og ymsarar aðrar grundleggnadi ósemjur millum flokkarnar. Nú er støðan ein onnur, sigur Aksel V. Johannsen Mynd: Álvur Haraldsen

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í samrøðu við Sosialin.

– Vit minnast aftur til 2012, tá eg meldaði út, at Javnaðarflokkurin fór ikki samgongu við Fólkaflokkin, so leingi eg var formaður. 

– Hetta var beint eftir, at borgarliga samgongan hevði samtykt flatskatt og forskatting av pensjónum, og nógv stríð var um fiskivinnuna og um uppboðssølu, veiðugjøld, og tað var øgiliga langt millum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin. Men støðan broytist alla tíðina. Heimurin er vorðin nógv ótryggari, og tað er neyðugt við breiðum samstarvi, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður Javnaðarfloksins.

– Og sum tú sum spyrjari eisini hevur nevnt fleiri ferðir, at tá tú ikki kanst samstarva við ein av stóru flokkunum, so verður tú bundin av teimum smáu flokkunum. Tá fært tú ikki tryggjað tær breiðar semjur, sigur løgmaður.

Hann vísir á, at onkuntíð skal man gjøgnumføra stór mál, og so er gott at hava eina breiða samgongu.

Spurdur um familjubondini hava havt nakra ávirkan – løgmaður er farbróðir formann Fólkafloksins, Beinir Johannesen – sigur hann, at tað hevur einki við tað at gera yvirhøvur.

– Tað er kanska heldur ikki tað mest upplagda, at Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin kasta saman, men tað kann ikki útilokast, sigur løgmaður.

Hann sigur víðari, at politikkur eisini snýr seg um persónlig sambond og kemi.