Nýggir krabbar og krossfiskar

Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám geva seks nýggjar bøkur í krabbarøðini út

Bókadeildin skrivar, at nýggjastu lættlesibøkurnar eru á goymslu hjá Bókamiðsøluni.

 

Heimurin hjá Rosu 5 – Rosa og Rita og Manni

 

Gulur krabbi

 

Manni er illur. Hann goyr og goyr, men hann rennur innan fyri garðin …

 

Lydia Didriksen skrivaði, og Jón Sonni Jensen myndprýddi.

 

Bókin er 28 síður til longdar. Bøkurnar um Rosu eru krabbabøkur í fyrsta torleikastigi.

 

##med2##

 

Eitrandi fakta

 

Lilla faktakrabbi

 

Hvar liva tær mest eitrandi slangurnar? Hvat er ein deyða-eltari? Kann eitur bjarga lívi? Hvat merkir tað at hava eitrandi tungu?

 

Eitrandi fakta er ein bók til tín, sum elskar spennandi og løgin fakta.

 

Ingelin Røssland skrivaði, Jenny Jordahl myndprýddi, og Kristianna Poulsen týddi úr norskum.

 

Eitrandi fakta er 36 síður til longdar. Bókin er faktakrabbabók í fjórða torleikastigi.

 

##med3##

 

Flykra

 

Grønur krabbi

 

Svørt sum náttin. Ein lonely rider. Eitt tindasvín. Eitt barn hjá taparanum. Tann ónda álvagentan.

 

Alt tað var eg. Men so møtti eg Flykru.

 

Marie Duedahl skrivaði, og Gunnhild Dahl Niclasen týddi úr donskum.

 

Flykra er 74 síður til longdar. Bókin er krabbabók í sætta torleikastigi.

 

##med4##

 

Krypto 5 – Djúpfryst

 

Reyður krossfiskur

 

Ávaringin er farin í gongd á Arktis. Um felagsskapurin á Krypto ikki fær sjóskrímslini aftur í trygt sjóøki, er stórur kjansur fyri, at nógv skrímsl nú verða uppdagað. Krypto hevur brúk fyri at fáa hjálp frá Ofeliu. Men tað eru ikki bara Ofelia og Bernard, sum fara við Dalis norð á Arktis. Stjórin á sjósavninum og World Zoo koma aftan á teimum, teir leita eftir onkrum nýggjum at vísa fram.

 

Tað verður ein hendingarík og ísakøld rannsóknarferð. Eitt nýtt, risastórt sjóskrímsl kemur undan kavi, og Ofelia finnur eisini spor eftir síni egnu familju og fortíð.

 

Djúpfryst er fimta bókin í røðini Krypto.

 

Hans Jørgen Sandnes skrivaði og myndprýddi, og Kristianna Poulsen týddi úr norskum.

 

Djúpfryst er 126 síður til longdar. Bøkurnar í Krypto-røðini eru krossfiskar í triðja torleikastigi.

 

##med5##

 

Frost og logar 3 – Eitt stolið barn

 

Reyður krossfiskur

 

Elia hevur funnið systrina, Iris. Men hon er fryst til ís. Nú stendur Elia andlit til andlits við Eldfrúnna. Kann Elia fáa hana at tiðna Iris? Og kann hon avdúka loyndarmálið hjá Eldfrúnni? Og bjarga bygdini med alla?

 

Frost og logar er fantasirøð um at yvirliva, dirvi og gand. Hetta er triði av trimum pørtum.

 

Nicole Boyle Rødtnes skrivaði, Angelica Inigo myndprýddi, og Sigurlaug Fossdal týddi úr donskum.

 

Eitt stolið barn er 46 síður til longdar. Bøkurnar í Frost og logar-røðini eru krossfiskar í triðja torleikastigi.

 

##med6##

 

Handbók fyri superhetjur 10 – Øll lúgva

 

Lilla krossfiskur

 

Royn altíð at siga sannleikan – men allir sannleikar noyðast ikki at verða sagdir.

 

Lisa veit, at hon og Sandra ikki kunnu vera vinir longur. Tað er alt ov vandamikið, tí at Sandra er dóttir Wolfgang, versta brotsmannin í søguni hjá Rosenhill! Men tá ið Sandra biður Reyða skort um hjálp at vitja pápan í fongslinum, kann Lisa ikki siga nei. Eitt barn má sleppa at vitja foreldrini, og Wolfgang er undir eftirliti alla tíðina, so einki kann ganga galið. Ella?

 

Handbók fyri superhetjur er væl umtókta røðin úr Svøríki. Hetta er tíggjundi partur um superhetjuna, Reyða skortin, og vinir hennara.

 

Elias Våhlund skrivaði, Agnes Våhlund myndprýddi, og Turið Kjølbro týddi úr svenskum.

 

Øll lúgva er 92 síður til longdar. Bøkurnar í Handbók fyri superhetjur-røðini eru krossfiskar í fjórða torleikastigi.

 

##med7##