Nýggj handilsavtala: 15 prosent toll á vørur úr ES til USA

Evropeiskar vørur til USA verða lagdar undir ein toll á 15 prosent, staðfestir ein nýggj avtala millum ES og amerikansku statirnar.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, tekur í hondina á forkvinnuni í ES-nevndini, Ursulu von der Leyen, undan fundinum millum tey í dag á golfstaðnum hjá Trump í Turnberry í Skotlandi. Stutt eftir lógvatakið varð semja um toll gjørd. - Mynd: Evelyn Hockstein

ES og USA hava gjørt eina rammuavtalu um handil, segði Donald Trump, forseti, eftir ein fund við forkvinnuna í ES-nevndini, Ursulu von der Leyen, í dag.

Trump lýsti hana sum "størstu avtaluna, sum nakrantíð er gjørd", sambært Reuters.

Handilin millum ES og USA er nærum ein triðingur av samlaða heimshandlinum.

Avtalan inniber ein almennan toll á 15 prosent á vørum úr ES til USA, boða Trump og von der Leyen frá, sambært Reuters.

- Hjartaliga tillukku við avtaluni, er ein av fyrstu viðmerkingunum hjá Trump eftir fundin við ES-leiðaran.

15 prosent tollurin er helvtin av 30 prosent tollinum, sum Trump upprunaliga hevði hótt við at leggja á amerikanska innflutningin úr ES.

ES hevði upprunaliga vónað at fingið eina avtalu við Trump um, at báðir partar skuldu hava null toll á vørum hjá hvørjum øðrum.

- Avtalan verður góð fyri bilar, legði hann afturat, sambært Reuters.

Ein av klagunum, sum Trump fleiri ferðir hevur sent út til umboð fyri ES, er, at eftir hansara tykki keypa evropeisk lond ikki nóg nógvar amerikanskar bilar.

Við nýggju avtaluni bindur ES seg til at keypa amerikansk vápn og orku fyri munandi upphæddir.

Avtalan snýr seg um evropeiskar íløgur fyri tilsamans 600 milliardir dollarar í USA, segði Trump á einum felags tíðindafundi við von der Leyen, eftir at avtalan varð gjørd.

Nýggja avtalan hevur ført við sær meira javnstøðu í handilsjavnanum millum londini, segði Ursula von der Leyen á tíðindafundinum.

- Avtalan fer at bera stabilitet við sær, sigur hon.

- Eg vil siga, at vit raktu blett júst har vit vildu raka.

Trump kunngjørdi í apríl, at hann fór at hækka tollin munandi á einum stórum tali av londum kring heimin, um ikki handilsavtalur vórðu gjørdar, sum vóru meira “rættvísar mótvegis USA”, sum hann segði.

Hansara umsiting boðaði tá frá, at 90 avtalur skuldu gerast um 90 dagar.

Higartil eru umframt avtaluna við ES gjørdar handilssáttmálar við Japan, Bretland, Vietnam og Indonesia.

 

Ritzau/Reuters

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, tekur í hondina á forkvinnuni í ES-nevndini, Ursulu von der Leyen, undan fundinum millum tey í dag á golfstaðnum hjá Trump í Turnberry í Skotlandi. Stutt eftir lógvatakið varð semja um toll gjørd. - Mynd: Evelyn Hockstein