Leivur Holm, stjóri, Hjalmar Sjóvará, fíggjarstjóri, og Kenneth Johannesen, sum verður tekniskur stjóri

Nýggj leiðsla hjá Leif Mohr

Á nevndarfundi hjá Leif Mohr mánadagin 20. november varð samtykt at leggja fyritøkurnar Leif Mohr og LM Electric saman

Leivur Holm, stjóri, Hjalmar Sjóvará, fíggjarstjóri, og Kenneth Johannesen, sum verður tekniskur stjóri

Samanlagda felagið fer framyvir at eita Leif Mohr.

Á nevndarfundinum varð samtykt at styrkja um leiðsluna hjá Leif Mohr við Hjalmari Sjóvará, sum verður fíggjarstjóri og Kenneth Johannesen, sum verður tekniskur stjóri. Leivur Holm verður framhaldandi forstjóri í fyritøkuni.

Hjalmar Sjóvará er útbúgvin cand. merc. og hevur verið fíggjarleiðari hjá Leif Mohr og LM  Electric í skjótt 30 ár.

Kenneth Johannesen er útbúgvin sum bæði elektrikari og sterkstreymsverkfrøðingur, og hevur verið tekniskur leiðari hjá LM Electric í skjótt 5 ár.

Leif Mohr er stórveitari til føroysku vinnuna við alskyns el-tøkniligum tólum, er størsta el-fyritøkan í landinum og hevur handil við el-lutum til vinnuna og heimið. Seinastu vørurnar, sum eru lagdar afturat eru hitapumpur og sólpanel.

Leif Mohr hevur sett sær fyri at ganga á odda í grønu elektrifiseringini av føroyska samfelagnum.

Harafturat hevur Leif Mohr styrkt um deildina, sum arbeiðir við stýringum og automatikki til vinnu og størri bygningar.

Samanleggingin verður liðugt gjøgnumførd í 2024.

 

Leivur Holm, stjóri, Hjalmar Sjóvará, fíggjarstjóri, og Kenneth Johannesen, sum verður tekniskur stjóri