Mánadagin hin 2. juni letur ein nýggj matstova upp í Sverrisgøtu 15 í Havn. Nýggja matstovan í miðbýnum ætlar at leggja eyka dent á skjótan, hágóðsku asiatiskan mat.
- Maturin verður serveraður sum buffet frá á middegi og til út á kvøldið, har nógvir rættir vera at velja ímillum, og møguligt er eisini at fáa take away.
Tey, sum standa aftanfyri matstovuna, sigur, at navnið verður ”Aroy”, og matstovan fer at venda sær til familjur og fólk, sum arbeiða í miðbýnum og ynskja sær okkurt spennandi til matna í døgurðasteðginum.
Stigtakarin til matstovuna eru Naraphorn Chairoek.
- Hugskotið handan matstovuna er at bjóða nakað annað enn tær matstovurnar, sum bjóða tann fína matin. Samstundis ætla vit at dekka ein tørv, sum serliga barnafamiljur hava. Vit eiga sjálvi børn og meta, at tørvur er á einari matstovu til familjur.
Og lagt verður aftrat:
- Vit kenna til kensluna, at tú ikki orkar at vera inni meira við børnunum, men tú veitst ikki rættiliga, hvar tú kanst fara við teimum, tí tey larma, sum øll børn jú vanliga
gera. Tí meta vit, at hetta tilboðið er júst nakað fyri barnafamiljur.
Tað sigur Naraphorn Chairoek, sum vónar, at nýggja matstovan í miðbýnum í Havn fer at fáa góða undirtøku, og at hon gerst enn eitt íkast til matstovuvinnuna í Føroyum, sum seinastu árini er blivin meira fjølbroytt og professionell.
Sagt verður, at umframt vanligu upplatingartíðirnar, verður matstovan eisini opin fríggjakvøld og leygarkvøld og út á náttina - fyri at bjóða býargestum okkurt øðrvísi enn tað, sum í løtuni er at fáa.