Nýggj upprunaføroysk skaldsøga

Í august í ár fekk Elin á Rógvi, rithøvundur og útvarpsvertur í barnaútvarpinum í Kringvarpi Føroya, Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri barnaskaldsøguna Flytifuglar

Bókadeild Føroya lærarafelag skrivar, at nú er Elin á Rógvi til reiðar við nýggjari skaldsøgu fyri børn, ið leiðir lesaran inn í ein virtuellan fantasiheim við nógvum spenningi og undurfullum sagnarverum.

 

 

 

Fornt er eitt telduspæl. Ein virtuellur fantasiheimur, har tú kanst varnast og jagstra sagnarverur í Føroyum saman við ungum úr øllum heiminum. 11 ára gamli Eiri og vinkona hansara Sólja varnast eina nýggja veru í spælinum, sum eingin nakrantíð hevur sæð fyrr! Brádliga spæla tey millum teir bestu Fornt-spælararnar í heiminum. Men okkurt er ikki heilt, sum tað sær út til at vera …

 

 

 

Fornt er ein spennandi søga, sum snýr seg um tað flótandi markamótið millum veruleika, telduspøl og føroyskar sagnir. Silja Eystberg hevur myndprýtt, og Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út. Málbólkurin er børn 10-12 ár.