Nýggja tilboðið hjá Kvinnuhúsinum latið upp

Seinnapartin í gjár varð móttøka, í sambandi við at víðkaða harðskapsráðgevingin í Kvinnuhúsinum fekk nýggj høli og búmerkið

Navnið á nýggja tilboðnum er Liv uttan harðskap.

 

Tað hevur í longri tíð verið arbeitt við at betra um ambulantu ráðgevingina í Kvinnuhúsinum. Nýggja harðskapsráðgevingin, er ætlað kvinnum og monnum, sum eru ella hava verið útsett fyri harðskapi í parlagi og nærsambondum. Eisini er tilboðið ætla avvarðandi, sum ofta hava tørv á ráð og vegleiðing í mun til støðuna hjá teirra kæru.

 

Eisini Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, luttók og bar fram røðu. Hon segði millum annað:

 

"Vit eiga sum samfelag støðugt at vera uppá vakt og miðvíst stremba eftir at ongin skal noyðast at liva í harðskapi. Tí harðskapur er altíð eitt samfelagsmál og ongantíð eitt privatmál. Harðskapur er ein samfelagstrupulleiki. Harðskapur er ólógligur og skal ongantíð góðtakast ella rættvísgerast. Hetta fara vit at standa saman um."

 

##med2## 

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##