Annað umfar í kjarnorkusamrøðunum millum USA og Iran vórðu lidnar seinnapartin í dag.
Tað upplýsir iranska ríkisrásin. Partarnir hittust í italska høvuðsstaðnum, Róm, í dag.
Sagt verður, at samrøðurnar, sum vardu tað mesta av fýra tímum, vóru konstruktivar.
Iranska tíðindarásin veit at siga, at triðja umfar í samrøðunum millum partarnar verður um fáar dagar.
Útlendskir miðlar vita annars at siga, at nógv er upp á spæl í nýggju samráðingunum um eina kjarnorkuavtalu millum Iran og USA.
Amerikanski forsetin hevur fleiri ferðir hótt Iran við loftálopum móti málum í Iran, sum eru tengd at iransku kjarnorkuætlanini, um ein avtala ikki kemur upp á pláss.
Lesið eisini -
https://www.in.fo/news-detail/usa-og-iran-samradast-um-kjarnorku