Grein úr Sosialinum:
Anua…
Ja, Anua.
Minst til hetta navnið.
Tí líkindi eru fyri, at tú kemur at hoyra meira til Anua í framtíðini.
Anua er ein tónleikabólkur við fýra dreingjum úr Klaksvík, sum allir eru 12 ára gamlir.
Og teir eru knasandi evnaríkir og hava longu fleiri royndir, bæði á palli, í miðlunum og í studio.
Bólkurin er partur av verkætlanini ListaRok, ið Klaksvíkar kommuna varðar av saman við tónleikaranum Hans Edward Andreasen, sum leggur teimum ungu lag á.
– Teir eru so væl fyri og framman fyri sína tíð, sigur Hans Edward Andreasen um teir fýra ungu tónleikararnar.
Mitt í januar vóru teir í Danmark til ein tónleikafestival, har ungdómshús úr øllum kongaríkinum luttóku fyri at vísa tónleik fyri hvørjum øðrum. Fyriskipari er Ungdomsringen, ið er ein stórur felagsskapur fyri ungdómshús, og í ár var fyrsta árið, at ungdómshús í Føroyum hava verið bjóðað við.
Festivalurin kallast “Ungdomsringens Musikfestival 2025” og er í roynd og veru tann størsti av sínum slag í Europa, og tey ungu fáa her sera góðar og professionellar umstøður at framføra, mennast og uppliva tónleik frá øðrum ungum.
Klaksvíksdreingirnir spæla rokk-tónleik, og teir spældu millum annað klassikararnar Sweet Child O’ Mine og Seven Nation Army, umframt eitt egið lag. Tað bleiv sera væl móttikið sambært Hans Edward Andreasen.
– Teir spældu á tí næststørsta pallinum. Men um stigtakararnir vistu, at Anua vóru so góðir, so høvdu teir koyrt teir á størsta pallin. Teir søgdu eisini, at tað vóru flest fólk inni og lurtaðu, meðan Anua spældu. So tað er stuttligt at vita, fortelur hann.
Eitt annað spennandi kom eisini burturúr: Dreingirnir í Anua eru nevniliga bókaðir til at spæla til eitt tiltak í Tivoli beint áðrenn summarferiuna. Nakrir av bólkunum á festivalunum fingu bjóðað hendan møguleikan, og klaksvíkingarnir vóru teirra millum – so teir mugu hava imponerað.
Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at ungu dreingirnir hava spælt á palli. Bólkurin framførdi eisini til heiðurskonsertirnar hjá Straight Ahead, sum vóru í Varpinum í Klaksvík í mai. Tá spældu teir lagið “Komið Øll Við”. Eisini spældu teir á SummarFestivalinum í sambandi viðbarnatiltakið.
##med2##
Dreingirnir elska tað
Hvat siga dreingirnir í Anua til tað heila?
– Teir elska tað. Men eg haldi ikki, teir skilja tað heilt. Teir eru bara við og halda bara, at alt er stuttligt. Teir hugna sær í øllum førum, sigur Hans Edward Andreasen.
– Eg havi undirvíst teir í eitt sindur meira enn tvey ár. Tá dugdi eingin nakað. Men nú duga teir at spæla guitar, bass, trummur og syngja. Tað hevur gingið skjótt, at teir eru blivnir so dugnaligir.
– Men teir vita kanska ikki, hvussu væl teir í veruleikanum duga. Um tað koyrir so væl, sum tað ger nú, og teir blíva við at læra so lætt, so fer okkurt stórt at henda. Tað rokni eg við, sigur Hans Edward Andreasen, sum annars eisini er pápi at forsangaranum í bólkinum, Nóa.
Um tú ert forvitin eftir at hoyra, hvussu Anua ljóða, hoyr so lagið "Mín Dreymur" her:
##med3##
Hetta er eitt brot úr grein í Sosialinum 31. januar