Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen slapp tvær ferðir á vøllin í samband við brotskøst, ið bæði fóru í málið tá lið hennara, Nykøbing Falster tók móti Odense á heimavølli í dag.
Cecilie Greve sum vardi málið hjá Nykøbing Falster tað allarmesta av dystinum hevði eitt bjargingarprosent uppá 25.
Odense sum er oddalið í bólki 1 í endaspælinum vann dystin í Nykøbing við einum máli 27-26. Sigursmálið var skorað heilt móti endanum. Tá tveir minuttir vóru eftir var Odense á odda 26-24. Tað eydnaðist Nykøbing Falster at javna til 26-26, men Odense fór við øllum í allarseinastu løtu.
Nykøbing Falster kappast við Viborg um annað plássið í bólki 1, ið gevur atgongd til hálvfinalurnar.
Mikukvøldið 27. apríl spælir Nykøbing Falster á útivølli móti júst Viborg.
Støðan í bólki 1:
Nr | Lið: | Dystir | Stig |
1 | Odense | 4 | 10 |
2 | Viborg HK | 4 | 5 |
3 | NFH | 4 | 4 |
4 | København | 4 | 0 |