Nýtt graslíki á Glyvrum

Spælivøllurin omanfyri skúlan á Glyvrum er nú graslíkisvøllur

Hetta eru heilt víst góð tíðindi hjá bæði børnum, lærarum og foreldrum.

 

Nú er gamli spælivøllurin omanfyri skúlan á Glyvrum graslíkisvøllur. Runavíkar kommuna hevur lagt graslíki á vøllin, sum higartil hevur verið eyrvøllur av tí slagnum, sum allir vøllirnir í Føroyum vóru fram til miðskeiðis í áttatiárunum, tá ið graslíki varð lagt á flestu vøllirnar, sum fótbóltsfeløgini venja og spæla dystir á.

 

Skúlin á Glyvrum varð tikin í nýtslu í 1958. Skúlabørnini og eisini tey eldru spældu nógv á vøllinum, tí tað var eingin annar vøllur í kommununi. Fótbóltsvøllurin við Løkin varð liðugur í 1972, men tað hevur støðugt verið spælt nógv á vøllinum omanfyri skúlan á Glyvrum.

 

Nógvu tey fyrstu árini var Glyvra skúli so at siga meginskúli í kommununi. Nú eigur Skúlin við Løkin tann leiklutin. Børn upp til og við 3. flokki ganga í skúla á Glyvrum, og nú kunnu tey og lærarnir og ikki minst foreldrini fegnast um, at tíðin er liðug á eyrvøllinum, tí nú hevur kommunan lagt graslíki á vøllin.