##med2##
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin
Føroyar taptu í kvøld 4-0 móti Turkalandi í Istanbul. Eftir 35 minuttir, har føroyska liðið vardi væl og javnan hótti á hini hálvuni, so skramblaði alt saman, tá Turkaland kom á odda.
- Kenslan aftaná dystin er, at allir eru vónbrotnir. Vit byrja annars væl og standa rætt í 35 minuttir, mem so skora teir upp á eina umstilling. Tað kundi so lætt spælt øðrvísi av, tí Gunnar Nielsen kemur út og blokerar væl, men bólturin endar hjá teimum, heldur enn at fara úr til innkast ella hornaspark. Hartil eri eg eitt sindur óheppin, tí eg kundi havt ruddað vekk á strikuni, sigur Odmar Færø.
Miðverjin iðrar seg eisini um, at Turkaland økir til 2-0 bara tveir minuttir inn í seinna hálvleik. Hesa ferð løtuna skiftir føroyska liðið spælskipan og tað órógvar eitt sindur á vøllinum.
- Vit koma undir eitt stórt trýst og vit fáa ongar steðgir í spælið. Tá eru teir nærri við at økja til 3-0, heldur enn at vit minka um munin. Orkan gongur undan og hetta gera at vit fáa ikki skapt nakað, sigur Odmar Færø.
Hann heldur eisini fyri, at føroyska liðið royndi at spæla eitt sindur meiri beinleiðis fótbólt, tí Turkaland eru sterkir upp á umstillingar.
- Tað riggar bara ikki og vit eru vónbrotnir av avrikinum, sigur miðverjin hjá KÍ.
Hann heldur tó fyri, at onkuntíð hevur trýstið verið størri, men hetta var ein torførur dystur móti teknisk góðum spælarum.