Í nátt frættist, at USA fer at steðga nøkrum vápnaveitingum til Ukraina, tí mett verður, at vápnagoymslurnar hjá USA nú eru vorðnar ov smáar.
Tað var tíðindastovan AP, sum bar hesi tíðindi og vísti til ein ónevndan ebætismann í amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon.
Sambært embætismanninum vísir ein gjøgnumgongd av amerikansku vápnagoymslunum, at nøgdin av ávísum vápnum er ov lítil.
Hetta fevnir sambært tíðindastovuni eisini um vápn, sum USA hevur lovað Ukraina.
Embætismaðurin, sum úttalaði seg sum ónevndur, segði tó einki um, hvørji vápnini eru, sum USA ikki vil veita.
Reuters veit at siga, at tíðindini eru ikki fallin í góða jørð í Ukraina, har myndugleikarnir siga, at hetta er "pínufult" fyri landið.
Sambært útlendskum keldum í morgun hevur amerikanska verjumálaráðið nú upplýst um, at hildið verður aftur í vápnaveitingunum til Ukraina.