Odmar og Óluva vóru best á landsliðnum

KÍ eigur báðar spælararnar, sum eru kosnir at vera ársins landsliðsspælarar

KÍ eigur báðar teir bestu landsliðsspælararnar í 2023. Tað er greitt, nú heiðrarnir eru handaðir á fótbóltsgallanum.

 

Óluva Allansdóttir málverji hjá KÍ er kosin besti landsliðsspælari á kvinnulandsliðnum. Í kvøld var hon ikki hjástødd, tá ið heiðurin varð handaður.

 

Liðfelagin Sanna Svarvadal var als ikki ovfarin av, at Óluva A. Joensen varð kosin at vera besti málverjin.

 

-Hon spælir altíð væl, bæði í KÍ og á landsliðnum, staðfestir KÍ liðformaðurin.

 

Odmar Færø er kosin at vera besti landsliðsspælari hjá monnum:

 

-Eg havi verið heppin og spælt nógv. Onkur kiksari hevur verið, og eg iðri meg um nýggju ásetingarnar, sum bóru við sær, at brotsspørk vórðu dømd ímóti mær. Men sum heild hevur tað gingið væl í verjuni, og tapini ímóti størri fótbóltstjóðum hava verið tepur, sigur Odmar Færø.