Øll ísfiskalínuskipini liggja við bryggju

Veðrið verður umskiftandi í næstu viku, og tí verður ikki roknað við nógvum útróðri í vikuni.

Myndin er tilvildarlig.

Í løtuni liggja øll ísfiskalínuskipini við bryggju, men helst loysir okkurt av skipunum í næstum.

 

Av frystilínuskipunum fiska fýra í føroyskum sjógvi, og tvey fiska í grønlendskum sjógvi.

 

- Frystilínuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og svartkalva.

 

Tað siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður góður fyrst í næstu viku, men hann harðnar, sum vikan gongur.

 

Veðrið verður umskiftandi, og tí verður ikki roknað við nógvum útróðri teir næstu dagarnar.

 

- Útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og nakað av toski, leggja tey á Fiskamarknaði Føroya aftrat.

 

 

 

 

 

Myndin er tilvildarlig.