Ógreitt hvør oyðilegði Kakhovka-byrgingina

Ukraina og Russland hava lagt hvørt annað undir at standa aftanfyri oyðileggingarnar, og bæði londini heittu á trygdarráðið um skundfund um málið.

- Tað er ógreitt, hvør hevur skyldina fyri, at Kakhovka-byrgingin fór, men tað tykist ikki skilagott, at Ukraina stóð aftanfyri hetta.

 

Tað segði Robert Wood, amerikanskur varasendimaður í ST, við tíðindafólk, tá hann í kvøld var á veg inn á fundin í ST-trygdarráðnum um málið.

 

Enn er ikki staðfest, hvør stóð aftanfyri hendingina, tá byrgingin fór í knús, og stór øki í Kherson-økinum har suðuri í Ukraina liggja undir í vatni.

 

Fleiri túsund fólk eru flutt burtur úr økinum, og stúrt verður eisini fyri, at fleiri fólk eru deyð í ógvusligu vatnflóðini, sum stóðst av hesum.

 

- Hetta er ein yvirgangsatsókn, sum er framd móti ukrainska undirstøðukervinum. Endamálið er at fremja so stórar oyðileggingar til tilber.

 

Tað segði umboðsfólkið hjá Ukraina, Sergiy Kyslytsya, um vanlukkuna og helt fyri, at tað eru nógv viðurskifti, sum benda á, at brotsgerðin er væl fyrireikað av russum.

 

Ukraina og Russland hava lagt hvørt annað undir at standa aftanfyri oyðileggingarnar, og bæði londini heittu á trygdarráðið um skundfund um málið.

 

Tað eru miðlarnir, Dagbladet og NTB, sum bera hesi tíðindi í kvøld.