OL: Báðar kurvabóltsfinalurnar vera millum Frakland og USA

Longd leiktíð mátti til í hálvfinaluni millum kvinnuliðini hjá Fraklandi og Belgia

Fronsku kurvabóltskvinnurnar fegnast um finaluplássið

Báðar tær olympisku finalurnar í kurvabólti í Accor Arena í París vera millum Frakland og USA.

Í hálvfinaluni millum Frakland og Belgia mátti longd leiktíð til. Aftaná fýra Quarters (hálvleikir) stóð á jøvnum 66-66.

Í longdu leiktíðini var Frakland omaná, og vann at enda 81-75.

Í hinari hálvfinaluni var eingin ivi. USA vann greitt 85-64 á Avstralia. Aftaná trý Quarters var USA á odda 66-40. Avstralia megnaði at pynta um úrslitið í seinasta Quarter´num.

Olympiska finalan millum Frakland og USA verður leikt sunnudagin klokkan 14.30.  Bronsudysturin millum Avstralia og Belgia verður leiktur sama morgun klokkan 10.30.

Finalan og bronsudysturin hjá monnum vera leiktir í dag.

Klokkan 10 spæla Týskland og Serbia bronsudyst.

Í kvøld klokkan 20.30 fer nærum hvør einasti kurvabóltsfjeppari í heiminum at hyggja eftir OL-finaluni í sjónvarpinum millum Frakland og USA. 

Fronsku kurvabóltskvinnurnar fegnast um finaluplássið