Ongar heimildir til kravdar koronakanningar

Lógin heimilar ikki kravdari koronukanning, uttan so at ítøkiligur illgruni er um smittaðan persón, sigur Bjørn á Heygum

Bjørn á Heygum, advokatur, tekur undir við Jógvani Páll Lassen í metingini, at kravið um koronukanning av ferðandi til Føroya er ikki heimilað í lógini.

Tað var fríggjadagin, at Jógvan Páll Lassen í samrøðu við FM1 gjørdi greitt, at tær báðar fyritøkurnar, ið gera gera koronukanningarnar á flogvøllinum í Vágunum, hava ikki heimild at krevja kanningar av ferðandi, og hann ætlaði sær at ganga beint gjøgnum flogvøllin uttan at lata seg kanna, skuldi hann farið og ferðast.

Jógvan Páll Lassen hevur púra rætt, metir Bjørn á Heygum, tí lógin heimilar ikki kravdari koronukanning, uttan so at ítøkiligur illgruni er um smittuna.

– Tað skal vera ein ítøkiligur illgruni um, at viðkomandi er smittaður. Tað stendur í lógini, týðiligt og klárt, sigur Bjørn á Heygum.

Les meira í Sosialinum, sum verður borin í hvørt hús í kvøld og í morgin.