Ongland endurvann EM-gullið

Ongland knógvaði Spania aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping

Mynd: Ritzau Scanpix

Ongland endurvann evropameistaraskapið í fótbólti hjá kvinnum.

 

Í finaluni á St. Jakob Park leikvøllinum í Basel vann Ongland 4-2 á verandi heimsmeistarunum, Spania aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping. Sostatt fekk Ongland hevnd fyri 0-1 tapið í HM-finaluni í Sidney í Avstralia fyri tveimum árum síðani. 

 

Tá vanliga leiktíðin var farin stóð á jøvnum 1-1, og einki mál var skotið í longdu leiktíðini. Spania hevði bóltin 65 prosent av tíðini, og tær høvdu fleiri royndir á málið enn Ongland, men tær megnaðu ikki at gagnnýta hetta. 

 

Mariona Caldentey stútaði Spania framum í 25. minutti. Seinni hálvleikur var 12 minuttir gamal, tá Alessia Russo javnaði til 1-1 aftaná upplegg frá Chloe Kelly.

 

Í brotssparkskappingini skoraðu tær ensku upp á trý av fimm brotsspørkum, meðan tær sponsku bert skoraðu upp á eitt av fýra brotsspørkum. 

 

Í desember fellur avgerðin hvør verður vertur fyri EM-endaspælinum í 2029. Danmark og Svøríki hava saman søkt um vertsskapin. Hini sum bjóða seg til at vera EM-vertir eru Pólland, Portugal, Týskland og Italia. 

 

16 lið fara at kappast í EM-endaspælinum í 2029. 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix