Órættur ímóti fiskimonnum og tímaløntum skal rættast

Havi eg arbeiði hjá tí almenna ella annað arbeiði, sum er fevnt av  lógini um starvsmenn, og eg verði sjúkur, so eri eg tryggjaður fulla løn so leingi sjúkan varar.

 

Fiskimenn og tímalønt eru harafturímóti illa stadd í so máta. Noyðist ein fiskimaður at verða í landi vegna sjúku, fær hann ikki eitt oyra frá reiðarínum og í mesta lagi tað, sum svarar til 80 prosent av eini arbeiðaraløn, í sjúkradapengum. Og tað er galdandi, sama hvat hýran hevði verið á mista túrinum – ella túrunum.

 

Tað sama er galdandi fyri tímalønt arbeiðsfólk og handverkarar á landi; tey fáa eisini bara sjúkradagpengar svarandi til 80 prosent av vanligu lønini.

 

Talan er um ein løgligan órætt, sum vit í Tjóðveldi beinanvegin skulu taka stig til at rætta, sleppa vit í samgongu.

 

Tí sjálvandi skulu allir løntakarar hava somu lógarfestu sømdir undir sjúku.

 

Afturat løgliga mismuninum á arbeiðsmarknaðinum, tá tað ræður um endurgjald fyri mista lønarinntøku undir sjúku, so skulu fiskimenn og tímalønt fyrst berja seg ígjøgnum ein frumskóg av krakkaveldi, áðrenn Almannaverkið lættir lokið á kassanum og rindar sjúkradagpeningin.

 

Tað liggur nevniliga á tí sjúka at senda umsóknina um sjúkradagpening til Almannaverkið. Har eru fleiri freistir og treytir at lúka, og tað er ikki lukkuligt, um tær ikki verða tað.

 

Inntøkuváttan fyri tær seinastu vikurnar til arbeiðis skal útvegast frá arbeiðsgevaranum og annars allar aðrar upplýsingar, sum Almannaverkið hevur fyri neyðini fyri at kunna viðgera umsóknina.

 

Hetta eru alt – ella í hvussu er næstan  alt – upplýsingar og skjalfestingar, sum annaðhvørt arbeiðsgevarin hevur, ella Almannaverkið hevur atgongd til frammanundan.

 

Tað náttúrliga er tí, at tann sjúki fiskimaðurin ella tímalønti á landi bara syrgir fyri eini læknaváttan, og síðan søkir arbeiðsgevarin um sjúkradagpengarnar og letur Almannaverkinum neyðugu lønar- ella hýruupplýsingarnar.

 

Í hvussu er ætli eg at virka fyri at gera alla málsgongdina í sambandi við sjúku smidligari fyri tann sjúka, verði eg valdur á ting.

 

Ingolf Sólheim Olsen

løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi