Landsstýrið hevur givið sær sjálvum rættiligar høgar lønarhækkingar. Tí kann tað tykjast høpisleyst og órímigt at leggja eftir fólki, sum arbeiða uttanlands. Fólk, sum frammaundan er farin langt niður í løn orsakað av lága gjaldoyrakursinum, og sum nú fyri aðru ferð fáa eina stóra skattarokning.
Í morgin klokkan 11:00 svarar Ruth Vang, landsstýriskvinna, fyrispurninginum hjá Jørgeni Niclasen, sum snýr seg um skattahækking á fólk, sum arbeiða uttanlands.
Jørgen vísir á, at inntøkan, sum kemur uttanifrá og inn í føroyska búskapin kann samanberast við útflutning.
Tó er ein munur, og hann er, at vit hava útreiðslu av framleiðsluni v.v. útfluttum vørum – meðan ONGAR útreiðslur eru av uttanlandsinntøkunum.
Enn einaferð fáa okkara siglandi eina skattarokning
Undan jólum í fjør valdi samgongan at hækka skattin hjá okkara siglandi - serliga høg hækking á tey, sum sigla við norskum skipum.
Nú er enn ein ovurhondsstór skattahækking løgd á hesi somu siglandi fólkini, og eisini er stór skattahækking løgd á fólk sum arbeiða á landi. Aftur her rakar tað harðast hjá føroyingum, sum arbeiða í Norra.
Dýrtíðin hevur rættiliga gjørt um seg seinnu árini. Landsstýrið hevur givið rættiliga høgar lønarhækkingar í krónum - serliga til sín sjálvs.
Tí kann tað tykjast høpisleyst og órímiligt at leggja eftir fólki, sum arbeiða uttanlands. Hesi eru frammanundan farin langt niður í løn orsakað av lága norska gjaldoyrakursinum, og nú fyri aðru ferð í minni enn eitt ár fáa tey eina stóra skattarokning.
Tí verða hesir spurningar settir:
- Heldur landsstýriskvinnan tað vera gott fyri búskapin, at vit hava føroyingar, sum arbeiða uttanlands?
- Heldur landsstýriskvinnan tað vera rímiligt at senda stórar skattarokningar til fólk, sum arbeiða uttanlands, fólk sum frammanundan eru farin langt niður í løn?
- Er samgongan samd um hesi skattaátøk?
- Hví velur landsstýrið at hækka skattin í kunngerð um broyttan linkingarhátt, tvs. uttanum Løgtingið?
Jørgen Niclasen
Tingmaður fyri Fólkaflokkin