So eru fjórðingsfinalurnar í tvímansleiki í borðtennis avgreiddar á oyggjaleikunum á Guernsey, og tíverri gjørdust tær endastøðan hjá føroysku borðtennisleikarunum
Henrietta Nielsen og Britt Michelsen kunnu iðra seg aftaná fjórðingsfinalutapið fyri Schmidt/Lundblad úr Grønlandi. Talan gjørdist um eitt 0-3 tap, men settini vóru sera jøvn: 15-17, 14-16 og 11-13.
Anja Wongwai og Durita Jensen taptu 0-3 (4-11, 9-11 og 3-11) fyri Edwards/Morgan úr Guernsey.
Fróði Jensen og Albert W. Wolfsberg taptu 1-3 (9-11, 3-11, 12-10 og 2-11) fyri Foss/Dodd úr Guernsey.