Judo, fimleikur og flogbóltur eiga at vera á oyggjaleikum - minst aðru hvørja ferð

Formaðurin fyri álendsku oyggjaleikanevndina, Peter Enberg vil hava eina rotasjónsskipan innførda fyri ítróttargreinarnar, ið eru á oyggjaleikunum

Mynd: Ålands Radio och TV

Føroyska heiðursmerkjaúrtøkan á oyggjaleikunum var góð, men høvdu judo, fimleikur og flogbóltur verið á oyggjaleikunum á Guernsey høvdu vit havt munandi fleiri heiðursmerki.

 

Í Álandi hava tey sama trupuleika sum vit. Álendingar hava góð ítróttarfólk í judo, fimleiki og í flogbólti, og álendingar høvdu eisini fingið væl fleiri heiðursmerki um hesar ítróttargreinir vóru við á oyggjaleikunum á Guernsey.

 

Tað sum nívir álendingar er, at t.d. at flogbólturin kanska ikki verður við aftur á oyggjaleikunum fyrrenn í 2031.

 

Formaðurin í oyggjaleikanevndini í Álandi, Peter Enberg heldur avgjørt, at tað kann ikki vera rætt, at tað ganga fleiri oyggjaleikir ímillum, at judo, fimleikur og flogbóltur sleppa at vera við aftur.

 

Sum tað er skipað nú sleppa vertsoyggjarnar at frávelja t.d. judo, fimleik og flogbólt. 

 

Peter Enberg vil tí hava eina rotasjónsskipan, har judo, fimleikur og flogbóltur eru tryggjaði, at tey eru við á oyggjaleikunum minst aðru hvørja ferð. Tað skulu ongantíð ganga fýra ár uttan, at fimleikur, judo og flogbóltur eru við á oyggjaleikunum.

 

Í einum oyggjaleikablaði, ið var sent til hvørt húsarhald í Álandi skrivaði Peter Enberg:

 

##med2##

 

Álendski oyggjaleikaveteranurin og hartil ein eldsál fyri álendskum flogbólti, Torsten Wikstrand var til allar oyggjaleikir millum 1985 og 2019. Men hesaferð var hann ikki við. Torsten Wikstrand heldur, at tað er blóðskeivt, at flogbólturin ikki sleppur á oyggjaleikirnar aftur fyrrenn í 2031. Hann sigur, at tað kennist sum onnur halda eina stóra veitslu, har ein ikki er boðin við. Tí helt Torsten Wikstrand seg burtur hesaferð.

 

##med3##

 

 

 

Mynd: Ålands Radio och TV

Brot úr greinini hjá Peter Enberg

Torsten Wikstrand