OYL 23: Móttøka fyri badmintonhópinum klokkan 13.30

Móttøkan verður í Badmintonhøllini í Havn

BSF skrivar: Í samband við, at landsliðshópurin kemur heim aftur av Guernsey við fleiri heiðursmerkjum, herundir gull í liðkappingini, verður skipað fyri móttøku í Badmintonhøllini í Havn. Leikararnir væntast at lenda eftir miðnátt fríggjakvøld, og verður móttøkan leygardagin klokkan 13:30.

Øll eru hjartaliga vælkomin!