Vunnu næstbestu svensku hondbóltsdeildina í stórum stíli

Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í AMO vunnu stórsigur á Rimbo á heimavølli í seinasta dystinum, og so var allur ivi burtur

Tað bleiv bara til tað eina kappingarárið hjá Pæturi Mikkjalssyni í AMO í Alstermo í næstbestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Men talan bleiv um eitt væleydnað kappingarár. AMO bleiv í kvøld staðfestur vinnari av næstbestu deildini, og flytur harvið beinleiðis upp í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

AMO vann á heimavølli stórsigur 44-33. Í steðginum var AMO á odda 23-16. Pætur sum hevur havt størsta leiklutin í verjuspælinum skoraði eitt mál í kvøld.

 

AMO hevur í 26 dystum vunnið 19 dystir, leikt seks dystir javnar, og hava bert tapt ein dyst. AMO vann deildini við 44 stigum, tveimum stigum meir enn Karlskrona, ið endaði á øðrum plássinum við 42 stigum.

 

In.fo ynskir Pæturi Mikkjalssyni hjartaliga tillukku við at vera deildarvinnari í Svøríki.

 

Pætur fer at leita eftir øðrum avbjóðingum, og heldur ikki fram í AMO, men enn er ikki staðfest hvar hann spælir komandi kappingarár.