Pætur Mikkjalsson skiftir AMO út við Hallby

Komandi tvey árini vera Rói Ellefsen á Skipagøtu og Pætur Mikkjalsson liðfelagar í Hallby í bestu svensku hondbólts

Pætur Mikkjalsson fer komandi tvey kappingarárini at spæla við Hallby í bestu svensku hondbóltsdeildini. 

 

Pætur kemur úr AMO, ið annars vann næstbestu deildina í Svøríki og flutti upp í bestu svensku deildina.

 

Í Hallby verður Pætur liðfelagi við Róa Ellefsen á Skipagøtu.

 

- Eg eri sera fegin um at hava skriva undir ein sáttmála við Hallby, og eg síggi fram til at spæla við liðnum tey komandi tvey kappingarárini. Eg haldi, at Hallby hevur gjørt tað framúr væl í bestu deildini seinnu árini, og teir eru nú eitt etablerað lið í deildini. Eg síggi upp á Hallby sum eitt lið, ið kann kappast um eitt pláss í endaspælinum, og eg gleði meg til tey komandi árini í Jönköping. Sigur Pætur við heimasíðuna hjá Hallby.

 

Umframt Pætur og Róa fer Óli Mittún at spæla við Sävehof, so deildin verður spennandi at fylgja komandi kappingarár.