Seinastu árini hevur hann fjakkað í fótbóltinum. Fram til 2022 spældi hann við HB, har hann hevði verið síðani 2019. Í 2023 royndi hann seg í Íslandi, og í fjør var hann í Klaksvík.
Nú er hann aftur í B36, har hann var frá 2013 og fram til 2017.
Tað er Pætur J. Petersen, sum hetta snýr seg um.
Nú er Pætur J. Petersen aftur í B36, og Jákup Martin Joensen vísir honum stórt álit. Pætur er ein av fýra spælarum, sum hevur verið á vøllinum allar fýra landskappingardystirnar á tamb, og í kvøld var hann stóri maðurin á Dungasandi í Sørvági.
B36 vann 3-1 ímóti 07 Vestur, og sigurin ber við sær, at árstalsfelagið 21. apríl, sum er 2. páskadagur, fer til Klaksvíkar at spæla fjórðingsfinalu.
Í fjør spældi Pætur J. Petersen við KÍ, men leikluturin var ongantíð heilt stórur.
Tá ið B36 skírisdag fer til Klaksvíkar, verður 27 ára gamli Pætur J. Petersen heilt víst millum teir fyrstu ellivu.
Í kvøld skoraði hann øll trý B36 málini í Sørvági. Hann skoraði hattrikk frá 30. minutti og fram til 57. minutt. Hálvleiksstøðan var 2-0, og tá ið Pætur 12 minuttir eftir steðgin staðfesti hattrikkið, átti Hannes Agnarsson uppleggið.
Í 65. minutti varð Pætur J. Petersen skiftur út. Hannes Agnarsson og Jógvan Kárason Gullfoss vórðu eisini skiftir út. Nú hevur B36 fokus á sunnudegnum, tá ið tað verður grannauppgerð í Gundadali.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki minkaði 07 Vestur um munin til 3-1. Málskjútti var innskifti Edvin Jakobsen. Hetta var fyrsta ferðin í seks ár, at hann spældi í bestu deildini. Hann spældi landskappingardyst nummar 100 í bestu deildini 18. apríl í 2019, veit FaroeSoccer at siga. Hann hevur áður bara umboðað Skála í bestu deildini. Tann dagin noyddist hann illa skaddur av vøllinum í 57. minutti, og so spældi hann ikki fótbólt í fleiri ár.
Nú er evnaríki og 33 ára gamli Edvin Jakobsen í 07 Vestur, har hann í kvøld fyri fyrstu ferð var á besta liðnum. Sunnudagin fær 07 Vestur vitjan av FC Suðuroy.