HB vann steypakappingina í fjør, og HB vann steypakappingina í fyrraárið. Nú er tað greitt, at tað verður annar steypavinnari enn HB í ár. Í kvøld hevði HB vitjan av KÍ, sum vann 2-1, og harvið er tað greitt, at tað verður steypafótbóltur 2. páskadag í Klaksvík. B36 verður gestur í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.
Sigursmálið skoraði KÍ í síðstu løtu. Avgerandi málið skoraði sum so mangan áður hjá KÍ Páll A. Klettskarð. Framspælið var í høgru, har innskifti Dávid B. Andreasen av baklinjuni legði bóltin til Páll A. Klettskarð, sum úr fimm metrum og illa kroystur trýsti bóltin framvið HB málverjanum.
Fagnaðurin var øgiligur millum KÍ spælararnar og í bláu leguni kring vøllin. Síðstu árini hevur tað – sum so mangan áður – gingið illa hjá KÍ í steypakappingini, og fram ímóti dystarloki í kvøld sá tað einki út.
Tíggju minuttir eftir steðgin sá vongverjin í vinstru Issah Ahmed Latif gula korið fyri aðru ferð. So var KÍ undirmannað, og fyritreytirnar broyttust heilt. Inntil tá hevði KÍ verið greitt omaná, og klaksvíkingar høvdu havt fleiri stórar málmøguleikar umframt tann, sum Patrik Johannesen eftir eitt korter umsetti til mál eftir framlegging frá Jákupi B. Andreasen.
KÍ hevði 10 royndir á og við síðuna av HB málinum, og KÍ vann 11 hornaspørk, meðan HB vann tvey hornaspørk.
Tíggju minuttir undan leikloki hevði HB fyrstu royndina ímóti KÍ málinum. Innleggið var úr vinstru, og eftir at málverjin hevði hálvbjargað, datt bólturin fyri føturnar á innskifta Sammy Skytte, sum skumpaði hann í netið.
Hóast KÍ var undirmannað, og bólturin var væl meiri á KÍ hálvuni, enn hann hevði verið, so høvdu klaksvíkingar tak á verjuspælinum. Royndu spælararnir Odmar Færø, Jóannes K. Danielsen, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, Árni Frederiksberg, Páll Klettskarð og Patrik Johannesen hildu høvdið kalt, og tað gjørdi góðan mun, tá ið René Shaki Joensen varð skiftur inn.
Onkra ferðina var talan um vandamikil KÍ mótálop, og tá ið tíðin var um at vera farin, og tað lá í luftini, at talan fór at vera um ein hálvan tíma aftrat, var tað Páll A. Klettskarð, sum skoraði sigursmálið.
Í fjórðingsfinaluni fer KÍ 2. páskadag at spæla á heimavølli ímóti B36.