Parkering: Fleiri pláss til stutttíðarparkering á Skálatrøð

Tórshavnar kommuna hevur aftur tikið burtur av parkeringsbásum á Skálatrøð til langtíðarparkering

Núj kunnu 10 færri fólk, sum starvast miðbýnum í Havn, parkera á stóra parkeringsøkinum á Skálatrøð, har tíðaravmarkingin seinastu árini hevur verið 8 tímar. Upprunaliga var eingin tíðaravmarking, men tá bilútleigarar fyltu leigubilar á almenna parkeringsplássið á Skálatrøð var tíðaravmarkingin sett til 8 tímar.

 

Kemur tú tíðliga á Skálatrøð um morgnarnar, so fært tú pláss har, men møtir tú seint, so er ringt at finna parkeringspláss har. Herfyri tók kommunan 24 básar burturav og broytt tíðaravmarkingina til tveir tímar. Og í gjár hevur kommunan tikið 10 básar afturat, har tíðaravmarkingin er broytt til tveir tímar.

 

##med2##

 

Tilsamans eru 207 parkeringsbásar á Skálatrøð. Nú hava 173 avmarkingina 8 tímar millum klokkan 9 og 18 yrkadagar. 34 hava nú avmarkingina 2 tímar, sum er gott fyri summi og verri fyri onnur.

 

Her sært tú parkeringsøki í Havn: Parkering í Tórshavnar kommunu