Partrolarar og trolbátar brúkiligan fiskiskap

Fiskiskapurin hjá partrolarum og trolbátum roynist eftir øllum at døma hampiligt í løtuni.

Í løtuni fiska trý partrolarapør upsa og annan hvítfisk, og tvey pør fiska gulllaks.

 

- Fiskiskapurin eftir upsa hevur verið brúkiligur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Flestu partrolarapør koma inn at landa í næstu viku, og møguliga loysir okkurt parið aftrat.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva, og tveir eru á Íslandsrygginum og fiska tosk.

 

- Havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, ger yvirlitstrolingar og fær mest av hýsu og toski.

 

Lagt verður aftrat, at ein frystitrolari er undir Føroyum, og ein er í Eysturgrønlandi. Báðir fiska svartkalva.

 

Tveir av teimum smáu trolbátunum eru norðanfyri. Teir fáa mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski.

 

- Tríggir eru á landleiðini. Teir fáa mest av flatfiski og toski.

 

Sagt verður eisini, at trolbátarnir hava brúkiligan fiskiskap, og allir koma inn at landa í næstu viku.