Tá vikan byrjaði, vóru fýra partrolarapør til fiskiskap, og ætlandi koma tey flestu inn at landa í vikuni.
- Umframt at fiska upsa, fáa partrolararnir eisini nakað av hvítum fiski. Haraftrat fiska tvey pør gulllaks.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein frystitrolari fiskar svartkalva í bretskum sjógvi, og her eru eisini ísfiskatrolararnir og fiska svartkalva.
Av teimum smáu trolbátunum hevur ein verið á landleiðini, og tveir hava fiskað norðanfyri.
- Trolbátarnir fáa mest av toski, hýsu og flatfiski, og allir koma inn at landa í vikuni.
Tvey garnaskip eru eisini til fiskiskap í løtuni.
- Eitt er norðan fyri, og eitt er vestanfyri. Bæði garnaskipini fiska svartkalva, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.