Partrolarar hava hampiligan fiskiskap

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku.

Tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri næstu viku, varð sagt, at øll partrolarapørini - uttan trý - vóru til fiskiskap.

 

Sagt varð, at partrolararnir hava hampiligan fiskiskap eftir upsa, og skipini fáa eisini nakað av hvítfiski, mest av hvítingi, hýsu, longu og toski.

 

Um djúpvatnstrolararnar varð sagt, at bert tann eini er til fiskiskap í løtuni. Teir fiska svartkalva og koma inn at landa eftir páskir.

 

Hinir djúpvatnstrolararnir liggja. Allir teir smáu trolbátarnir liggja eisini, og teir fara væntandi út aftur eftir páskir. 

 

- Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Skipini hava brúkiligan fiskiskap. Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.