Martin Karbech Mouritsen er farin

Tað kom dátt við at frætta sorgarboðini, at vinur, føroyahúsvinur, samstarvsfelagi, nevndarlimur og formaður í starvsnevndini í Føroyahúsinum, Martin Karbech Mouritsen var farin.

Martin var formaður í starvsnevndini í mong ár. Martin sat sum formaður til 2021, tvs. flestu árini, stóra umbyggingin fór fram, umframt at hann helt á fram sum nevndarlimur til 2024. 

Martin var altíð góður at heita á, og var hollur í kunnleika og vitan, serliga á fakøkjum sínum, teim løgfrøðiligu og politisku. Eisini var Martin sera empatiskur og umhugsin, og hevur mangan víst umsorgan og givið góð ráð, tá tøvur var á hesum. 

Saknur verður í tær, góði Martin. Vit takka tær fyri alt tað, tú var fyri okkum, og fyri tað  stóra arbeiði og nógvu orku, tú legði í Føroyahúsið.

Við samkenslu til øll avvarandi.

Jarðarferðin verður úr Gladsaxe kirke, leygardagin 11.01.25 kl. 11.00. Tey avvarandi skriva, at øll, ið ynskja at siga farvæl, eru hjartaliga vælkomin.

 

(Føroyahúsið í Keypmannahavn)